Spring til indhold

Best røkta bygd

Fámjin er í 2006 og 2010 kosin best røkta bygd

Receive on time

Lorem ipsum dolor sit amet elit do, consectetur adipiscing, sed eiusmod tempor.

Fast work turnaround

Lorem ipsum dolor sit amet elit do, consectetur adipiscing, sed eiusmod tempor.

Broyting av byggisamtykt

Her ber til at síggja og lesa nærri um broyting av byggisamtykt fyri Fámjin september 2023

Bingiplássið

Bingjuplássið er opið soleiðis:

ónsdag 17.00-19.00
leygardag 16.00-18.00

Vesturhøll – Bygdarhúsið í Fámjin

Vesturhøll í Fámjin er vælegnað til bólkar, eitt nú skúlaflokkar og líknandi. Í húsinum Vesturhøll er stórur salur niðriundir, ídnaðar køkur er við øllum hentleikum.Har kunnu umleið 100 fólk eta og 40 madrassur eru tøkar uppiá í einum stórum sali. Fleiri toilet eru og brúsa er eisini.

Samband fæst við Jastrid á tlf. 762502, Arnbjørn tlf. 212324 og Elin tlf. 269588. Í Fámjin eru eisini almenn toilett og brúsur. Sparkivøllur er beint við Vesturhøll. Ein kafé er har við terassu uttanfyri.

Í bygdini er ein kirkja har fyrsta føroyska flaggið hongur. Fámjin er ein sera vøkur bygd á vestursíðuni av Suðuroynni. Náttúran er sera vøkur í Fámjin og tað er lætt at koma runt har. Vegur er vestur í Prestgjógv, har ein kann njóta útsýnið. Vatnið Kirkjuvatn er bara ein stuttan gongutúr niðan eftir fjallinum. Ein kai er beint við Vesturhøll, har bátar rógva út um summarið. Stórur munur er á flóð og fjøru, tá tað fjarðar kemur eitt sker undan kavi, ein bátarenna er uppmerkt, so bátarnir ikki sigla á land. Í Fámjin er ofta sól, tá tað er mjørki á eystursíðuni.

Borgarstjóri

Jóanis Lisberg
Tlf. 27 63 63
kommunan@famjin.fo

Skrivari

Arni Teindal
Tlf. 57 29 29

Kirkjuvatn

Kirkjuvatn er 0,2 km² til víddar.

Kirkjuvatn er beint norðanfyri bygdina.

Høg fjøll eru tætt við Kirkjuvatn. Hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnir, sum er 610 metrar høgt, er norðanfyri Kirkjuvatn sum er á vestursíðuni á Suðuroynni.
Túrar verða ofta gjørdir um summarið niðan á Kirkjuvatn. Vatnið Kirkjuvatn er bara ein stuttan gongutúr niðan eftir fjallinum.