Best røkta bygd

Tvær ferðir hevur Fámjin vunnið heiðurin best røkta bygd. Fyrru ferðina varð í 2006, har Fámjin umframt heiðurin fyri best røktu bygd, eisini vann heiður fyri best røktu strandalinju.

Fámjin best røkta bygd 2010
Fyrsta virðislønin fyri Best røktu bygd verður latin einari bygd, ið eisini fyrr hevur víst seg frammarlaga í kappingini. Bygdin er framúr væl fyriskipað í búseting og bygging annars, og vegakervið er gott og væl virkandi. Bygdin hevur raðfest spillivatnsskipanina og er komin rættiliga langt áleiðis at hava eina fullførda og lidna skipan. So at siga einki órudd sæst, og væl verður gingið um, at øki fram við vegjaðara, við byggigrundir, girðingar og annað er væl frágingið.

Borgarin hevur sera góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum, ferðafólkatænastan er ment nógv, og dentur er lagdur á at halda søgulig støð og fornminni í góðum standi.

Afturat hesum hevur kommunan og bygdaráðið víst framskygni í burðardyggari menning og nýhugsanum við at leggja økið út til viðarbyglund og snildisliga seta upp nýggjan drekkivatnsbrunn inn í eldri grótbrot og leggja flag á.