Flaggdagshald

Aftur í ár verður skipað fyri flaggdagshaldi í Fámjin.

Flaggdagshaldið byrjar kl. 13.30 og flaggrøðuna í ár heldur:
Jógvan Arge.
Tvøroyar Hornorkestur spælir.

Gongutúrarnir eru hesir:
Hvalba: Farið verður úr Nesi kl. 09.00
Ørðavík: Av økinum við Bønhúsið kl. 11.30

Tey, sum ætla sær at renna:
Ørðavík: Renna av økinum við Bønhúsið kl. 12.00

Bussur koyrur úr Fámjin eftir tiltakið.

Í Fámjin verður ein kaffimunnur at fáa í Vesturhøll, og eftir flaggdagshaldið er kirkjan verd at vitja, har møguleiki m.a. er at síggja Merkið.
Úr øllum Føroyum eru fólk vælkomin til Fámjins henda dagin