Flaggdagshald í Fámjin

Mánadagin 25. apríl er flaggdagur og aftur í ár verður gjørt nógv burturúr.
Sjálvt flaggdagshaldið byrjar kl 15:00, Kristina Háfoss, Landsstýriskvinna heldur røðu. Tvøroyrar Hornorkestur spælir og Ljómur syngur.
Men longu kl 10:00 byrja tey fyrstu at ganga úr Hvalba til Fámjins.
Kl 11:30 verður fari úr Porkeri til gongu
Kl 12:30 úr Hovi og úr Vági
Kl 13:00 Verður fari úr Øravík
Eisini fara rennarar hjá Hvistuni at renna, Motorsúklur koyra og súklarar frá Team Rynkeby fara at súkla til Fámjins
Eftir haldið verður ein kaffimuður at fáa í Vesturhøll, Kirkjan veðrur opin so fólk kunnu fara inn at síggja fyrsta Merkið og hoyra tónleik
Aftaná haldið koyrur bussur av bygdini aftur.
Úr øllum Føroyum eru fólk vælkomin til flaggdaghald í Fámjin