Flaggdagshald í Fámjin 25. apríl 2015

Leygardagin 25. apríl verður skipað fyri flaggdagshaldi í Fámjin.

Haldið verður kl.15.00, og flaggrøðuna í ár heldur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit Tórshavn.

Eisini syngur kirkjukórið Ljómur og hornorkestur spælir.

 

Gongutúrar til Fámjins.
Í sambandi við flaggdagshaldið verður skipað fyri gongutúrum til Fámjins úr fleiri bygdum í Suðuroy.
Í eini 10 ár á rað hava fólk gingið úr Ørðavík til Fámjins, og í fjør varð eisini gingið úr Hvalba.
Tá vóru eini 120 fólk við á ferðini úr Hvalba.
Í ár verða eisini gongutúrar skipaðir úr Vági og úr Hovi.
Gingið verður um fjøll eftir gomlu bygdagøtunum.
Øll kunnu vera við, tí túrarnir eru lættir at ganga, og ongastaðni verður gingið, har vandamikið er.

Skipaðu túrarnir eru:
Úr Hvalba: Farið verður til gongu úr Nesi kl. 9.30
Úr Ørðavík: Av økinum við Bønhúsið kl. 13.00
Úr Hovi: Túrurin byrjar inni á Hovsvøtnum – Vatnsnesi – kl. 12.00
Úr Vági: Farið verður frá skótahúsinum kl. 12.30

Fólk úr øllum bygdum eru vælkomin, og kunnu sjálvi meta um, hvør túrur er best hóskandi til teirra.

Hvistan skipar eisini fyri flaggdagsrenning úr Ørðavík til Fámjns, og motorsúkkluáhugaði seta somuleiðis kós móti Fámjin henda dagin.

Í Fámjin bjóðar bygdarráðið kaffi í Vesturhøll.

Væl ber eisini til hjá fólki norðanfjørðs at koma suður til tiltakið, tí Smyril siglir av Havnini kl. 07.00 um morgunin og norður aftur kl 18.30

Eftir flaggdagshaldið koyra bussar úr Fámjin.
Fámjin /Ørðavík :20 kr. Fámjin – Tvøroyri/Hov :30 kr. Fámjin – Hvalba/Vág: 40 kr.)

Nærri kunning fæst við at venda sær til kunningarstovurnar í Vági ella á Tvøroyri.