Flaggdagsrøðan hjá Theresu Turidardóttir Kreutzmann

Her er flaggdagsrøðan hjá Theresu

 

Góðan dag, øll somul!
Í dag eru 75 ár liðin, síðan bretar kunngjørdu, at føroysk skip skuldu sigla við Merkinum í húnar hátt á heimshøvunum. Við hesi kunngerð varð Merkið viðurkent sum flagg føroyinga, og við Merkinum fingu føroyingar eitt felags merki at savnast um.

Dagurin 25. apríl 1940 fer altíð at standa ritaður í Føroya søgu sum ein stórur dagur, men hetta er ikki einasti merkisdagurin í flaggsøguni, tí longu 22. juni í 1919 veittraði Merkið fyrstu ferð í Føroyum. Tað veittraði her í Fámjin, og hann, sum vant flaggið á stong, var bygdasonur tykkara, Jens Olivur Lisberg, sum saman við øðrum hevði teknað flaggið í Keypmannahavn sama ár.

Søguliga flaggið, sum veittraði í Fámjin tá, hongur her í kirkjuni, og hvørja ferð vit á kunningarstovuni í Havn leiðbeina fólki, sum ætla sær til Suðuroyar at vitja, vísa vit á, at tey mugu vitja kirkjuna, tí hon er vøggan hjá føroyska flagginum, og har uppliva tey søgunnar veingjasuð.

Flaggið í kirkjuni ímyndar samanhaldið okkara millum. Tað verður vundið á stong á landi sum á sjógvi og veittrar í sorg og gleði. Merkið er eisini við okkum í ódn og í logn, og um so stormarnir ýla, brimið brýtur við kaldar strendur, og tilveran kann tykjast møtimikil, so minnir flaggið okkum á, at her á landi er hóast alt bæði heimligt og trygt at vera.

Eitt flagg í sjálvum sær er bara ein dúkur við nøkrum litum, men kensluligi týdningurin av dúkinum er ovurstórur, og tann størsta týdningin hevur felagskenslan, sum flaggið umboðar.

Í okkara tíð broytist so mangt, sum hevur við sær, at vit eru minni saman, enn vit plagdu at vera. Skalt tú skifta orð við fólk um átrokandi mál, nýtist tær ikki longur at møta upp á fólkafundi ella í stórum samkomum, tí kjakið er nú alt á Facebook og á portalum. Í hvør sínum lagi sita vit nú og peila hvønn annan av og hava alskyns meiningar um lív og levnað, men altíð við hóskandi frástøðu, so ongin nakrantíð sær okkara sonnu andlitsbrá og livandi smíl.

Kanska kunnu vit siga, at nýggja tíðin hevur við sær, at tað mesta snýr seg um okkara egna tørv og minni um okkara felags tørv. Vit kunngera myndir av okkum sjálvum á sosialu miðlunum og biðja onnur dáma tað, vit halda vera virðismikið í okkara egna lívi..

Framkomna tøknin, sum skuldi knýta okkum tættari hvørt at øðrum, fekk okkum at venda myndatólinum inneftir, so allur tann talgildi heimurin nú er fullur av sjálvsmyndum. Privatlívið gjørdist alment, og tað almenna gjørdist privat.

Hesin hátturin at samskifta kann tykjast sjálvsøkin, men vit eiga ikki bara at finnast at honum, tí í talgildu bygdini er samanhaldið eisini sterkt. Her hitta vit tey, vit kendu fyrr, og vit vita nú nógv um tey, sum vit als ikki kendu. Vit frætta tung boð um sjúku og lívlát, og vit síggja snýðini í nýføddum børnum. Sjálvandi frætta vit eisini, hvør situr á Mallorca og sólar sær, og hvør steig á Slættaratind fyri løtu síðan. Kenslan av at vera partur av eini størri heild er nógv styrkt , um so myndatólini venda inneftir, og vit eru vorðin tíðindafólk, sum siga søgur úr egnum lívi.

Hendan gongdin er eisini heppin, tí í grundini eru vit nú ambassadørar fyri tí, sum flagg okkara umboðar. Vit siga søgur um sermerkta landslagið í Føroyum, vit siga søgur um tilveruna her á landi, um mentanina, fjølbroyttu siðirnar og ikki minst mongu perlurnar í náttúruni.

At vit hava nógv at vera errin av, váttaði tíðarritið National Geographic Traveler longu í 2007, tá blaðið í stórari kanning staðfesti, at av 111 oyggjalondum í heiminum vóru Føroyar tað vakrasta og mest sermerkta. Stutt og greitt segði blaðið, at Føroyar eru einastandandi við síni náttúru, søgu og mentan. Vit eiga ein skatt, sum vit óttaleys kunnu bjóða øðrum at uppliva.

Í dag hava fleiri tykkara gingið úr øðrum bygdum til Fámjins, eins og fólk gingu millum bygdir fyrr. At vilja uppliva landið er vorðið alt vanligari seinnu árini, og tær gomlu bygdagøturnar eru komnar til heiður og æru aftur. Fleiri tykkara staðfesta ivaleyst stillisliga í fjøllunum, at vit eiga eitt vakurt móðurland, og at vit sum tjóð hava nógv at fegnast um.

Og tað hevur eisini týdning, at vit sum tjóð standa saman um landið og flaggið, tí um vit strika tilknýtið til okkara egna land og okkara felags samleika, hvat skulu vit so standa saman um?

Um vit gevast at vísa á, hvussu fegin vit eru um landið, mentanina og náttúruna, hvørja søgu hava vit so at siga umheiminum?

Hvat skal Visit Faroe Islands selja úti í heimi, um stovnurin ikki skal selja tað serføroyska, sum hugtekur gestsins eyga?

Hvat skulu kunningarstovurnar vísa ferðafólkunum á, um tær ikki kunnu vísa á upplivingar í náttúruni og føroyska mentanarlívinum? Ja, vit kunnu spyrja: Um vit ikki kunnu vera errin av tí, sum vit hava í felag, hvat skulu vit so brúka flaggið til?

Flaggið umboðar okkara alsk til landið og alla ta stremban, sum hevur verið her, og tá vit lesa um, hvussu flaggið varð viðurkent, síggja vit, at eisini vegurin til viðurkenningina var eitt langt stríð.

Vit kenna øll søguna um, hvussu Jens Olivur Lisberg og vinmenninir teknaðu flaggið í 1919, hvussu flaggið mátti lúta á Tingvøllum í 1930, og hvussu Merkið sum mótmæli ímóti hesi hending varð hongt út av tinghúsloftinum á ólavsøku sama ár.

Vit hava eisini lisið um føroysk skip, sum vundu flaggið á stong, langt áðrenn tað var viðurkent, hvussu 700 fólk savnaðust á Tinghúsvøllinum 24. apríl í 1940 at krevja Merkið viðurkent, og hvussu bretski konsulin undir krígnum, Mason, at enda viðurkendi flaggið 25. apríl.

Tá avgerðin var tikin, fóru øll føroysk skip at sigla undir Merkinum, og fleiri teirra komu ikki aftur. Í dag geva vit okkum ikki so nógv far um tað stríð, sum kravdist fyri at fáa flaggið viðurkent. Flaggið er sjálvsagt nú, men veruleikin er, at okkara tjóð er ung, og hóast fleiri sigrar eru vunnir, eisini flaggstríðið, er nógv eftir at byggja.

Okkara uppgáva nú er at standa saman um Føroyar í altjóðagerðini. Vit skulu vera errin av okkara landi og gleðiliga vísa tað fram fyri forvitnum gestum, og hetta arbeiðið blómar av álvara í løtuni.

Tá Føroyar verða marknaðarførdar uttanlands, verður víst á, hvat ferðafólkini sjálvi siga, tá tey eru her. Tey halda skiftandi ljósið vera ótrúligt. Tey fegnast um óspiltu náttúruna. Tey halda seg vera komin til eitt óuppdagað land, sum gevur teimum ógloymandi upplivingar. Tann ótamda megin í sjónum hugtekur tey, og tað ófløkta lívið á bygd sissar teirra strongdu sinn. Ósagdar søgur úr okkara felags mentan taka tey heim við sær við undran og takksemi.

Tá sólarmyrkingin var 20. mars, hittu vit á kunningarstovunum mong ymisk fólk, sum vóru komin higar at uppliva sjáldsama fyribrigdið. Vit hittu ríkfólk, ævintýrarar, tíðindafólk, eldri pør og ungfólk. Kring landið settu hesi fólk í fleiri dagar dám á gerandismyndina, so altjóðagerðin sást í okkara túnum. Tann stóra løtan upprann, tá BBC sveimaði uppi yvir Føroyum og varpaði fullu sólarmyrkingina beinleiðis kring allan heim.
Hetta er okkara leiklutur í altjóðagjørdu verðini. Vit eru tann perlan, sum var óuppdagað, men sum nú ferð eftir ferð hugtekur heimin. Hugsið bara um songfuglar okkara, sum áhaldandi gera um seg uttanlands. Hugsið tykkum, at tann ræsti smakkurin er nærum vorðin obligatoriskur á teimum fínastu matstovunum, og hugsið tykkum, at nú ein dagin bjóðaðu tey døgling sum kips í SMS. Gamlar siðir taka vit við okkum inn í framtíðina, tí vit endurnýggja okkum á fastari og kendari grund.

At eiga tann arv, sum okkum er givin at umsita, er ein gáva, og at umsita hendan arvin við virðing og skynsemi, er okkara skylda. Okkum varð latið upp í hendi ein perla av einum landi og ein skattur av eini mentan, sum hvønn dag er okkum til miklan íblástur, um vit so skriva, syngja, smíða, kokkast ella fjakka í fjøllunum. Uppi yvir hesi perluni og hesum skattinum veittrar ein tolin dúkur, sum hvørki dømir tað, vit gera, ella fegnast um tað.

Tí flaggið er bara, og hvønn týdning tað hevur, gera vit sjálvi av. Standa vit ikki saman og røkta við virðing tann arv, sum okkum er givin, virðismeta vit heldur ikki Merkið. Men standa vit saman og umsita okkara arv við virðing, skynsemi og stoltleika, so síggja vit í flagginum tann vakrasta dúkin av øllum. Vit síggja tá søguna, stríðið, skapanarhugin, dirvið og framburðin.

Eg eri sannførd um, at soleiðis hugsaðu Jens Olivur Lisberg og hansara vinmenn, tá teir teknaðu Merkið, og tað eiga vit eisini at gera.

Takk fyri, at tit lýddu á, og góðan flaggdag!