KIRKJAN OG MERKIÐ

Fámjins Kirkja er bygd í 1876, hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti.
í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896 -1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl.
Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, møguliga í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur.
Hann liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnarsteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur.
Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin.