FUNDIR

Kunngerð um almennar kommunustýrisfundir í Fámjins kommunu 2014.

Sambært §13 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, skal við hesum vera gjørt kunnugt, at regluligu almennu kommunustýrisfundirnir hjá Fámjins kommunu í 2016 verða hildnir hesar dagar kl. 19.00 í skúlanum:

10. februar ,
7. mars,
11. apríl,
23. mai,
20. juni,
17. august,
21. september,
19. oktober,
23. november
9. desember kl 18:00

Mál, ið skulu vera viðgjørd á kommunustýrisfundi, skulu verða innlatin í seinasta lagi 7 dagar áðrenn fundin.

Møguligar broytingar og eykafundir verða lýst í kunngerðartalvuni.

Vegna kommunustýrið,

Eyðdis Ellendersen borgarstjóri.