Morgunmatur leygardagin

Leygarmorgunin 27/2-16 verður morgunmatur í Vesturhøll frá kl.09.00 til kl.11.00, í hesum sambandi hava vit meldað okkum til at hava, eins og í fjørð “Grannakaffi”.
Grannakaffi verður hildið í flestu støðum 5/3-16, men av tí at ikki ber til hjá okkum at hava tað tá, verður tað sum áður nevnt 27/2-16.
Nógv av okkum hava ella hava havt við onkran at gera, sum hava havt ella hava krabbamein og er tað eitt gott hugskot at stuðla felagnum á hendan hátt.
Sjálvandi eru øll vælkomin um tey hava hug at stuðla ella ikki, ongin treyt.
Vælkomin