Nógvur vindur á skarðinum

Seinnapartin reiv ein tekja á einum úthúsi í bygdini og gjørdi eisini skaða á ein bil, sum stóð nær við. Sambart Landsverk, so kom vindmegin í hvirlunum í kvøld, heilt upp um 50 m/s.

 

Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag kom á staðið og fekk tryggja húsið, so skaðin ikki gjørdist størri.

Í kvøld er ikki ráðiligt at fara á fjøllini, tí veðurmátarin hjá Landsverk sigur frá heilt upp í 53 m/s í hvirlunum.

Nú minkar vindurin út á náttina og sagt verður frá góðum veðrið komandi dagarnar.

famjinsvegurin