
Skattalistin liggur frammi
Skattalistin fyri Fámjins kommunu fyri árið 2014 liggur frammi til alment eftirlit á skúlaloftinum frá 23-11-2015 til 04-12-2015.
Kvøldskúli í málningalist í Fámjins skúla
Kommunan hevur samtykt at bjóða fram kvøldskúla í málningalist veturin 2015/16

Barnarverndartænastan nýtt vaktarnummar
Av serligum orsøkum hava vit valt at skifta telefonnummarið á vakttelefon okkara, soleiðis at tað nýggja nummarið nú er 283033.
Hetta er tað nummarið, sum kann ringjast til aftaná vanliga arbeiðstíð, um tað gert neyðugt at fáa fatur á barnaverndartænastuni.
Suðuroyar Barnaverndartænasta

Vælveru venjingin byrjar tórsdagin
Vælveruvenjingin, ið skuldi byrja í dag, verður útsett til tórsdagin kl 17:30 í Vesturhøll
Vallistarnir liggja frammi
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir til løgtingsvalið 1.september 2015 liggja frammi til alment eftirlit í skúlanum soleiðis:

Valrættur hjá lesandi
Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fámjin aftur best røktaða bygd
Kommunufelagið hevur avgjørt, at løna Runavíkar kommunu og Fámjins kommunu fyri sínar tilmeldingar til Umhvørvisátakið.
