Vallistarnir liggja frammi

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir til løgtingsvalið 1.september 2015 liggja frammi til alment eftirlit í skúlanum soleiðis:

Frá 12. – 19. august 2015 frá kl. 1300 til 1700.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi eina viku fyri valdagin.

Fámjins kommunustýri