Vesturhøll

Vesturhøll – Bygdarhúsið í Fámjin

Vesturhøll í Fámjin er vælegnað til bólkar, eitt nú skúlaflokkar og líknandi. Í húsinum Vesturhøll er stórur salur niðriundir, ídnaðar køkur er við øllum hentleikum.Har kunnu umleið 100 fólk eta og 40 madrassur eru tøkar uppiá í einum stórum sali. Fleiri toilet eru og brúsa er eisini.

Samband fæst við Jastrid á tlf. 762502, Arnbjørn tlf. 212324 og Elin tlf. 269588. Í Fámjin eru eisini almenn toilett og brúsur. Sparkivøllur er beint við Vesturhøll. Ein kafé er har við terassu uttanfyri.

Í bygdini er ein kirkja har fyrsta føroyska flaggið hongur. Fámjin er ein sera vøkur bygd á vestursíðuni av Suðuroynni. Náttúran er sera vøkur í Fámjin og tað er lætt at koma runt har. Vegur er vestur í Prestgjógv, har ein kann njóta útsýnið. Vatnið Kirkjuvatn er bara ein stuttan gongutúr niðan eftir fjallinum. Ein kai er beint við Vesturhøll, har bátar rógva út um summarið. Stórur munur er á flóð og fjøru, tá tað fjarðar kemur eitt sker undan kavi, ein bátarenna er uppmerkt, so bátarnir ikki sigla á land. Í Fámjin er ofta sól, tá tað er mjørki á eystursíðuni.